Borgarstjórin í Skúvoy harmur um nýggja tilmælið

15.06.2019 - 12:30
InnlendisSamfelag
Borgarstjórin í Skúvoy harmur um nýggja tilmælið
Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, er harmur um nýggja tilmælið um Suðuroyartunnilin, tí tunnilin ikki kemur upp í Skúvoy

Arbeiðsbólkurin, sum Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, setti at kanna fyrimunir og vansar við einum Suðuroyartunli, mælir til, at tunnilin verður gjørdur millum Skarvanes og Sandvík. Tað vil siga, at tunnulin ikki skal koma upp í Skúvoy.

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, er ikki glaður fyri nýggja tilmælið. Hann sigur, at hetta er eitt prógv um, at útoyggjar doyggja út. 

Orsøkin til, at arbeiðsbólkurin mælir til at gera tunnulin beinleiðis av Sandoy til Suðuroynna, er, at um tunnilin verður lagdur umvegis Skúvoy til Sandvíkar, er tað en longri og dýrari loysn. Arbeiðsbólkurin sigur har afturat, at Skúvoy er umhvørvisliga viðbrekin og er Ramsarøki, og tað má kannast nærri, hvørjar avmarkingar tað hevur við sær.

Harry Jensen, heldur ikki, at tað hevði ávirka umhvørvið í Skúvoy, um tunnulin kom upp har.

Tunnilin verður 22 kilometar langur, og verður mettur at kosta 3 milliardir kr., um tann linjuføringin, sum arbeiðsbólkurin skjýtur upp, verður brúkt.

Men semja er ikki í arbeiðsbólkinum um linjuføringina. 

Landsverk mælir til, at tunnilin kemur upp norðan fyri Sands bygd, og at hann verður í tveimum, soleiðis at tunnilin eisini kemur upp í Skúvoy. Orsøkin er, at Landsverk vil sleppa undan, at ferðslan verður leidd ígjøgnum bygdina heima á Sandi, og fyri at stytta tunnilin, av trygdarávum.

Loysnin, sum Landsverk mælir til, kostar umleið 400 milliónir krónur meira - tað vil siga millum 3,4 og 3,6 milliardir krónur, og tá er tunnilin 26,1 kilometur langur. 

Harry Jensen heldur ikki, at man skal velja hesa  loysnina, bara tí hon er bíligari. Hetta fer at ávirka íbúgvaratalið í Skúvoy, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233