Seismiskar kanningar gerast í summar

Seismiskar kanningar gerast í summar
Arbeiðið við at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin er byrjað
 
03.07.2020 - 14:26

Tað svarar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggarmálum, í einum grein 52a fyrispurningi frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, um fyrireikingar og forkanningar í samband við undirsjóvartunnil til Suðuroynna.

Sambært landsstýrismanninum verður tað mesta av arbeiðnum gjørt í summar, har millum annað seismiskar kanningar verða gjørdar. Eftir summarfrítíðina verða eisini gjørd borihol, har jarðfrøðin verður kannað.

Upplýst verður eisini, at Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina.

Miðað verður eftir, at arbeiðið verður mest sum liðugt í 2021 og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391