Seta 100 mió. kr. av til Suðuroyartunnil um árið

Seta 100 mió. kr. av til Suðuroyartunnil um árið
Landsstýrið ætlar at seta pening av á langtíðarætlanini frá 2024, tá liðugt er at gjalda til Eysturoyar- og Sandoyartunlar
Tá liðugt er at bora Sandoyartunnilin, er ætlanin at halda fram til Suðuroyar
 
16.05.2020 - 11:30

Samgonguflokkarnir í rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Bjarna Hammer, løgtingsmanni í Javnaðarflokkinum, um at stovna partafelag, sum skal gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Teir mæla í staðin til, at allir flokkar á tingi skjótast gjørligt gera eina felags semju um hetta málið. Tað er ikki neyðugt at samtykkja at gera partafelag, fyrr enn henda semja er gjørd, siga samgonguflokkarnir í rættarnevndini.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sagt fyri rættarnevndini, at hann tekur undir við at stovna eitt partafelag, sum skal fyrireika og gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna. 

Jørgen Niclasen heldur, at leisturin, sum er brúktur til hinar báðar undirsjóvartunlarnar, kann eisini brúkast til Suðuroyartunnilin.

100 mió. um árið

Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri rættarnevndini, at landsstýrið arbeiðir við eini um ætlan um at seta umleið 100 milliónir kr. av um árið á langtíðar íløguætlanini til Suðuroyartunnilin frá 2024.

Tá fer játtanin til Eystur- og Sandoyartunlar, sum er 50 milliónir kr. um árið, úr gildi.

Fimm milliónir kr. eru játtaðar til forkanningar. Landsverk skal gera seismiskar kanningar, og ætlanin er, at hetta arbeiðið skal byrja í summar. 

Minnilutin í rættarnevndi, sum eru umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Bjarna Hammar.

Minnilutin vísir á, at ein arbeiðsbólkur, sum táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, setti, hevur víst á, at tað hevur týdning at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, meðan arbeitt verður við Sandoyartunlinum, og at eitt partafelag verður stovnað at fyrireika, gera og reka Suðuroyartunnilin. 

Felagið skal eisini útvega fígging til verkætlanina.

Steðgur má ikki koma í

Gongst sum ætlað, verður liðugt at bora Sandoyartunnilin við ársenda í 2021, so tunnilin kann takast í brúk í 2023.

Minnilutin sigur, at undir viðgerðini í rættarnevndini hevur verið víst á, at skal verða koyrandi til Suðuroyar í 2030, má arbeiðið byrja í 2023. 

Tí er neyðugt, at steðgur ikki kemur í, men at arbeiðið heldur heldur fram, tá Sandoyartunnilin er liðugt boraður. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221