Stoltenberg ávarar Russland eina seinastu ferð

28.06.2019 - 11:08
Útheimurin
Stoltenberg ávarar Russland eina seinastu ferð
Á Nato-toppfundinum mikudagin sendi aðalskrivarin í Norðuratlantisku verjusamgonguni, Jens Stoltenberg, Russlandi eina seinastu ávaring

Russland hevur fleiri ferðir ikki hildið treytirnar í INF-avtaluni, sum varð gjørd í 1987.  Avtalan bannar landbaseraðum kjarnorku-rakettum sum røkka millum 500 og 5.500 kilometrar. 

Donald Trump, forseti í USA, boðaði í februar frá, at USA tekur seg úr avtaluni, sum sigst verða týdningarmesta avdubbingaravtala, sum nakrantíð er gjørd.

NATO má fyrireika seg til onga avtalu

Vit heita áhaldandi á Russland um at venda aftur til fult og staðfest samstarv, men vit hava eingin tekin sæð um, at so verður. Tvørtur í móti heldur Russland fram at framleiða og staðseta SSC-8-rakettir, segði Stoltenberg á tíðindafundi í gjár.

Hann legði aftrat, at verjumálaráðharrarnir í NATO-londunum, sum í hesum døgum hittast í Brússel, eru samdir um, at NATO má fyrireika seg til ein heim við ongari INF-avtalu.

- Vit eru tí samdir um, at Nato fer at svara aftur, um Russland ikki vil samstrva. Okkara aftursvar verður verjukent. Vit ætla ikki at brúka kjarnorkurakettir á landi í Evropa, greiddi Stoltenberg frá, og legði dent á, at Nato vil ikki hava nýggja vápnakapping.

Avtalan kann bjargast

USA fer úr INF-avtaluni 2. august, men Stoltenberg metur framvegis, at avtalan kann bjargast. 

Russland hevur eitt at velja í, aftur at halda avtaluna og treytirnar í avtaluni, ella halda fram við ábyrgdarleysa og vandmikla atburðinum, og hava fulla ábyrgd fyri at avtalan fer fyri skeyti, segði Stoltenberg.

SSC-8-rakettir, - sonevndu Screwdriver-rakettirnar, kunnu ferðast upp í 2.100 metrar um sekundið, og minka ávaringartíðina nður í tveir minuttir. 

Longu tíðliga í vár, í árligu talu síni í hernaðarliga samtakinum í Oslo tíðliga í vár, ávaraði leiðarin fyri norsku fregnartænastuna, Morten Haga Lunde, um nýggju screwdriver-raktettirnar sum eru einfaldar at handfara.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693