Verjumálaráðharrarnir í Nato hittast at viðgera støðuna í heiminum

Verjumálaráðharrarnir í Nato hittast at viðgera støðuna í heiminum
Roknað verður við, at nýggi amerikanski verjumálaráðharrin verður tann, sum mest verður lurtað eftir á fundinum
Pete Hegseth er nýggjur amerikanskur verjumálaráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2025 - 08:18

NATO-verjumálaráðharrarnir hittast í dag og í morgin at tingast um alheimsstøðuna.

Miðlar skrivar, at eingin ivi er um, at tað verður Pete Hegseth, nýggi verjumálaráðharrin í USA, sum verður høvuðspersónur á fundinum, og sum mest verður lurtað eftir. 

Pete Hegseth verður fyri fyrstu ferð við á fundinum fyri verjumálaráðharrarnar. Fyrrverandi krígsveteranurin og sjónvarpsverturin á Fox News byrjaði í starvinum sum amerikanskur verjumálaráðharri síðst í januar.

 

Trump hartar Nato

Donald Trump, forseti,  hevur fleiri ferðir seinastu tíðina hartað verjusamgonguna og eisini hótt við at taka USA  úr Nato.

Trump hevur kravt, at hini londini í verjusamgonguni brúka meiri pening til verju. Hann hevur eisini hótt við, at hann vil ikki verja tey londini, sum ikki lata nóg mikið av peningi til verjusamgonguna.

Amerikanska stjórnin hevur ætlanir um at vaksa um útreiðslurnar til verjuna. Pete Hegseth hevur sagt, at hon skal í minsta lagi vera trý prosent av BTÚ.

Donald Trump hevur sjálvur sagt, at Nato-londini skulu upp á fimm prosent av BTÚ.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345