Fer at taka eitt "álvarsprát" við Páll

03.07.2019 - 07:55
Innlendis›Politikkur
Fer at taka eitt "álvarsprát" við Páll
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fer at "taka eitt álvarsprát" við Páll á Reynatúgvu, sum alment húðflongir formannin
- Menningarkvoturnar, sum alt hetta snýr seg um, er eitt ómetaliga trupult mál, sigur Høgni Hoydal m.a. í samrøðu um verbala álopið hjá Pálli á Reynatúgvu á seg
Mynd: savnsmynd  

Beint eftir almenna álopið hjá Pálli á Reynatúgvu á sín egna floksformann kom Høgni Hoydal í útvarpsstovuna at viðmerkja stríðsmálið.
- Hetta eru alt ov hvøss orð at brúka í einum slíkum máli, sigur Høgni Hoydal, sum "fer eitt taka eitt álvarsprát" við Páll á Reynatúgvu.
Stutt eftir, at  Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevði kunngjørt, hvør fær ársins menningarkvotur, legði Páll á Reynatúgvu eftir sínum floksformanni á facebook. Undir yvirskriftini, "Molar til Sandoynna", skrivar hann, at Høgni Hoydal manglar evnini at avgreiða mál, at hann brúkar metingarnevndina sum politiskt skálkaskjól, og at hann sjálvur nú ætlar at stilla upp til løgtingsval sum "mótvekt" til formannin og hansara leiðslu av flokkinum.

Hann leggur afturat á sínum facebook-vanga, at "roknast skal ikki við knæfalli" frá sínari síðu.
Trýst á pílin og hoyr um opna stríðið í Tjóðveldi, nú løgtingsval stendur fyri durum, og samrøðuna við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi og landsstýrismann í fiskivinnumálum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655