Høgni Hoydal leggur frá sær sum formaður í Tjóðveldi

Høgni Hoydal leggur frá sær sum formaður í Tjóðveldi
Tjóðveldi skal hava nýggja formann, tí Høgni Hoydal boðaði í Degi og viku frá, at hann leggur frá sær sum formaðurin í flokkinum - har hann hevur sitið í 24 ár
 
25.10.2024 - 19:20

Rokið í Tjóðveldi hevur fingið eina nýggja snaring. 

Høgni Hoydal boðaði í Degi og viku í kvøld frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Tjóðveldi. 

Nú fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldi segði, at hann hevði boðað flokkinum frá fyri einum mánað síðani. 

"Eg umhugsaði at broyta meining, nú sovorðið rok stóðst av hesum málinum. Eg hevði ynskt, at eg kundi leggja frá mær í friðartíð í flokkinum, men tað gekk so ikki," ásannaði Høgni Hoydal. 

Nýggjur formaður skal veljast á flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum verður 2. november. Inntil tá er Sirið Stenberg forkvinna í Tjóðveldi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040