Landsstýrismaður: Ikki fingið tøl um hvítvask í Føroyum úr Danmark

Landsstýrismaður: Ikki fingið tøl um hvítvask í Føroyum úr Danmark
Upplýsingar frá danska Løgmálaráðnum krevjast fyri at siga, hvussu nógv verður hvítvaskað í Føroyum seinastu fimm árini, og tær hava vit ikki fingið, sigur Høgni Hoydal
Mynd: Savnsmynd  
 
15.08.2024 - 09:32

Ikki ber til enn at siga, hvussu nógv mál um hvítvask hava verið í Føroyum seinastu fimm árini.

Fyri at svara tí krevjast upplýsingar frá danska Løgmálaráðnum.

Og tær eru ikki komnar enn, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

Spurningurin hjá henni er grein 52a spurningur, sum skal svarast í seinasta lagi 10 eftir, at hann er settur.

 

Ov stutt skotbrá

Tað bar ikki til hjá Løgmálaráðnum at útvega Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum upplýsingarnar um hvítvask í Føroyum, áðrenn teir 10 dagarnir vóru farnir, sigur Høgni Hoydal.

Tá upplýsingarnar eru komnar frá danska Løgmálaráðnum vera tær sendar løgtinginum, sigur landsstýrismaðurin.

Nú tingsetan hevur vart í stivliga tvær vikur, eru 11 grein 52a spurningar komnir til løgmann og landsstýrisfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541