Bíligari fjarhiti tá Sundsverkið kemur aftur

16.07.2019 - 12:53
InnlendisUmhvørvi
Bíligari fjarhiti tá Sundsverkið kemur aftur
Men nær, tað verður, og hvussu nógv, prísurin lækkar, veit formaðurin í nevndini hjá Fjarhitafelagnum, Bogi Andreasen, ikki í løtuni
Fjarhitafelagið ger nógvar íløgur, men fær eisini stórar kundar burtur úr teimum.

Bogi Andreasen,sigur, at fjarhitin kostar so nógv nú, tí Fjarhitafelagið fær ongan hita frá Sundsverkinum og brúkar tí nógva olju.

Men fjarhitin varð eisini sagdur at kosta ov nógv, tá Fjarhitafelagið fekk hita frá Sundsverkinum.

Hann sigur, at ein atfinning móti felagnum er vantandi kunning. 

Hana tekur Bogi Andreasen til sín. Fjarhitafelagið fer at kunna meira um virksemi sítt. 

Stórur munur

Fjarhitin kostar ógviliga ymiskt, vísir eitt yvirlit hjá Fjarhitafelagnum.

Í yvirlitinum eru 17 býlingar í Hoyvík og í Havn. Talan er um sethús, raðhús og íbúðir.

Dýrastur er fjarhitin hjá sethúsunum inni á Gøtu. Har var miðalprísurin í fjør 1.900 kr. um mánaðin.

Bíligastur er fjarhitin hjá íbúðunum í Maritugøtu og á Blómubrekku. Har kostaði hann 466 kr. í miðal um mánaðin.

Stóra spennið í prísinum kemst av, at til dømis sethúsini inni á Gøtu brúktu í miðal 27.147 kilowatttímar í fjør.

Íbúðirnar í Maritugøtu og á Blómubrekku brúktu ein fjórðing av tí í miðal, 6.500 kilowatttímar.

Fjarhitafelagið hevur okkurt um 1300 brúkarar.

Í fjør hevði Fjarhitafelagið 1,3 mió. kr. í vinningi.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375