Fjarhitafelagið aftur hall í fjør

Fjarhitafelagið aftur hall í fjør
Samlaða hallið seinastu trý árini hevur verið um 10 milliónir kr.
Í fjør komu 141 nýggir brúkarar í skipanina hjá Fjarhitafelagnum, sum nú hevur tilsamans 1740 brúkarar. (Savnsmynd)
 
19.07.2023 - 09:02

Fjarhitafelagið í Havn hevði nærum seks milliónir krónur í halli eftir skatt í fjør.

Tað skrivar Vágaportalurin.

Hetta er triðja árið á rað, at Fjarhitafelagið hevur hall, og samlaða hallið hevur verið um 10 milliónir krónur hesi árini.

Nettosølan minkaði umleið eina millión, samstundis sum framleiðslukostnaðirnir vuksu stívliga fimm milliónir krónur.

Eisini starvsfólka- og rentukostnaðirnir vuksu.

Í fjør komu 141 nýggir brúkarar í skipanina hjá Fjarhitafelagnum, sum nú hevur tilsamans 1740 brúkarar.

Fíggjarstøðan javnvigar við 258 milliónum krónum og eginognin er smáar 83 milliónir, skrivar Vágaportalurin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096