Minni enn triðja hvørt valevni ein kvinna

bannari
14.08.2019 - 08:30
Innlendis›Politikkur
Minni enn triðja hvørt valevni ein kvinna
Flokkarnir hava ov lítlan áhuga í, at fáa kvinnur uppstillaðar, heldur forkvinnan í Demokratia

Higartil eru færri kvinnur uppstillaðar til komandi løgtingsval enn til løgtingsvalið í 2015, men lutfalsliga eru fleiri kvinnur á vallistunum til hetta løgtingsvalið enn fyri fýra árum síðani.

Í 2015 vóru 48 kvinnur uppstillaðar útav 169 valevnum, hetta svarar til 28,4 prosent. Higartil eru 45 av 155 valevnunum kvinnur til løgtingsvalið 31. august, hetta svarar til 29 prosent.

– Orsøkin er, at flokkarnir hava ov lítlan áhuga í, at fáa kvinnur at stilla upp, heldur Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, ið skal arbeiða fyri, at økja um leiklutin hjá kvinnum í politikki.

Hoyr meira í innslagnum her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938