Ein vanlukka fyri tey samkyndu

bannari
05.09.2019 - 17:33
Innlendis›Politikkur
Ein vanlukka fyri tey samkyndu
Vit vilja bara javnsetast við aðrar føroyskar borgarar. Vit vilja ikki hava nakra serlóg, sigur Eiler Fagraklett, talsfólk fyri LGBT

– Tað verður ein katastrofa fyri samkynd, um man nú tekur rættindi frá teimum aftur, sum tey hava stríðst fyri og vunnið.Tað sigur Eiler Fagraklett talsfólk fyri LGBT.

Miðflokkurin vil, at hjúnabandið skal bara vera fyri mann og kvinnu og tað er á samráðingarborðinum, har Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin sita.

Tað skal tó vera møguligt at tryggja hvønn annan á annan hátt. Men tað er ikki ein loysn, sum LGBT kann liva við.

– Tað skulu ikki gerast serliga lógir fyri okkum. Tí vit eru ikki serlig fólk. Vit vilja bara vera javnt stillað við onnur í Føroyum, sigur Eiler Fagraklett

Hann heldur, at tað er spell, at málið verður latið upp aftur nú, og at man ætlar at taka rættindi frá samkyndum, júst sum tey eru byrjað at trívast í Føroyum.

Haraftrat heldur hann ikki, at hetta er tað, sum veljarin vil, tí bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava lovað ikki at rulla nakað aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846