Kanning: Føroysk lesandi hava mest at liva fyri

20.10.2019 - 20:40
Innlendis›Samfelag
Kanning: Føroysk lesandi hava mest at liva fyri
Tølini siga kortini lítið um veruleikan, sigur Rannvá í Baiansstovu, forkvinna í Ráði teirra lesandi á Setrinum
tilvildarlig mynd

Føroysk og norsk lesandi eru best fyri fíggjarliga av øllum lesandi í Norðurlondum, tá hugt verður eftir at studningi, møguleikanum fyri lestrarláni, og at tann lesandi arbeiðir 10 tímar um vikuna aftrat lestrinum. Í hølunum á føroyingum koma lesandi í Danmark. 

Tað vísir ein stór kanning, sum hevur heitið: Students in Nordic Countries - study, support and economics. 925,636 lesandi úr Norðurlondum hava verið við í kanningini. 

Kanningin sigur lítið um veruligu umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum, sigur Rannvá í Bainsstovu, forkvinna í Ráði teirra lesandi á Setrinum. 

Kostnaðarstigið í Føroyum er hægri enn í hinum norðurlondunum,  og harumframt noyðast lesandi mugu arbeiða nógv meira enn 10 tímar um vikuna aftur at lestrinum, m.a. tí at bústaðarmøgulleikar eru fáir og dýrir. 

Meira kann lesast um kanningina her

 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129