Jørgen roynir at sissa fakfeløgini

24.10.2019 - 07:55
InnlendisSamfelag
Jørgen roynir at sissa fakfeløgini
– Tað snýr seg um, at pensjónistarnir skulu hava fleiri pengar, longu á nýggjárinum, sigur Jørgen Niclasen, sum biður fakfeløgini sissa seg

– Pensjónistarnir skulu hava fleiri pengar at liva fyri, longu á nýggjárinum. Tað sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum tó ikki vil seta tal á upphæddina, fyrr enn neyðuga lógargrundarlagið er liðugt orðað.

Jørgen Niclasen hevur eina yvirlýsing frá 26 fakfeløgum á borðinum, har tey biðja hann halda fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta.

– Tað er fullkomiliga misskilt, tá fakfeløgini nú leggja meg undir at leggjast á Samhaldsfasta, sigur Jørgen Niclasen.

Sambært samgonguskjalinum er ætlanin at seta á stovn ein aldurstrygdargrunn. Henda, politiska ætlanin fekk beinanvegin ávaringarlampurnar at blinka hjá fakfeløgunum, sum óttast at landsstýrið fer at pilka við Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Eftir fundir við fakfeløgini og við Landsfelag Pensjónista sigur Jørgen Niclasen seg nú vera komin nærri eini loysn.

Sambært Jørgen Niclasen byrjar politiska viðgerðin inni í samgonguni nú, og fyrsta dagin verður lógargrundarlagið sent til hoyringar. Møguliga fer hoyringin fram, samstundis sum viðgerðin í tinginum - tí nú fer at styttast til 1.januar, tá broytingin skal koma í gild.

Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418