GPS-sendarar geva minnisveikum frælsi

12.11.2019 - 18:46
InnlendisSamfelag
GPS-sendarar geva minnisveikum frælsi
At seta GPS-sendarar á fólk er eitt intriv, ið ger seg inn á frælsið hjá tí einstaka. Tó økir tað samstundis dagliga frælsið
Marjun Restorff, leiðari á Demensdeildini á Landssjukrahúsinum, Eyðhild Skaalum, stjóri á Dátueftirlitinum, og Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
Mynd: Kenneth Jørgensen  

Birita Mohr í Havn hevur alzheimers og ynskir at fáa settan GPS-sendara á seg. Hon hevur upplivað at blíva burtur, men varð skjótt funnin aftur.

Løgtingið skal hósdagin viðgera lógaruppskot, ið heimilar at seta GPS-sendarar á minnisveik.

Vit umrøða røktarfakligu-, etisku og løgfrøðiligu viðurskiftini kring hendan spurningin saman við Marjuni Restoff, leiðara á Demensdeildini á Landssjukrahúsinum, Jógvani D. Hansen, heimspekingi og limi í etiska ráðnum, og Eyðhild Skaalum, stjóra á Dátueftirlitinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776