Eingin skipað gongd í haga í ár

09.01.2020 - 19:02
InnlendisSamfelag
Eingin skipað gongd í haga í ár
Tað verður eingin skipað gongd í haga áðrenn árstíðina har ferðafólkini streyma til landið

Bóndirnir kunnu í dag steingja allan hagan av, hava teir hug til tað. Og so er einki hjá ferðavinnuni at koma til.
Tí mugu broytingar gerast við lóg, sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari av menningardeildini hjá Visit Faroe Islands.


Menningardeildin hevur latið Vinnumálaráðnum sítt uppskot til, hvussu ferðavinnan kann skipast, og Vinnumálaráðið er nú fari undir at fyrireika lógararbeiðið.
Í álitinum stendir millum annað, at:


"Vit hava 477 hagar í Føroyum. 477 eindir, sum hvør í sínum lagi kunnu gera av at steingja hagan, eisini fyri
føroyingum. Teir kunnu krevja pening frá øllum, teir kunnu seta krav um ferðaleiðarar og teir kunnu lata vera við
at gera nakað. Og vit síggja nú sjón fyri søgn, at hesar heimildir verða dúgliga nýttar í ymsum útgávum uttan at
nakar myndugleiki hevur nakað at siga.
At skipa ferðavinnuna við støði í galdandi skipan merkir, at avtalur skulu gerast um ferðslu, gjald, avmarkingar og
íløgur við 477 hagar. Og avtalan skal gerast út frá einum grundarlagi, har annar parturin hevur allan ræðisrættin at
seta treytirnar fyri virksemið.
Summir jarðareigarar síggja møguleikarnar í ferðavinnuni, aðrir vilja als ikki fáast við ferðavinnu ella ferðafólk.
Tí er eisini ógviliga ymiskt, hvussu lætt tað er at koma fram á eina semju, sum bæði ferðavinnan
og festarin kunnu liva við.
Men at vænta, at vit fara at fáa eina væl skipaða ferðavinnu fyri alt landið, tá ið hetta er
útgangsstøðið, tað er ikki realistiskt."


Visit Faroe Islands skjýtir tí upp at gera nakrar broytingar - men ásannar, at øll neyvan vera glað fyri loysnina.


Landsstýrismaðurin í vinnumálum Helgi Abhramsen skal nú gera eitt upskot til lóg, men tað kemur ikki fyri tingið fyrr enn á ólavsøku.


Tí skulu vit undir eitt summar aftrat uttan skipaði viðurskifti á ferðavinnuøkinum - hetta er ikki gott fyri Føroyar, sum ferðafólkaland, heldur Oda Andreassen, vinnurekandi, og tað er ikki gott fyri fólk, sum hava hug at ganga í haganum, tí tey uppliva at vera stongd úti, sigur Rúna Hjelm, forkvinna í hagafelagnum.


Tilgongdin at finna eina semju við bóndirnir um, hvussu ferðavinnan skal skipast hevur verið drúgv og tað er tí, at grundleggjandi rættindi sum atgongd til haga og ognarrættur, sum eru uppá spæl, sigur Jóhan Pauli Helgason
Felagið Jarðir, sum er eitt felag stovnað av Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum hava í kvøld hildi fund, har avgerð skal takast, um bóndirnir skulu gera sína egnu skipan.

Spurningurin er um Jarðir yvirhálað landsstýrismannin, tá ein skipan skal gerast. 

Hoyr kjak millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann í Vinnumálum, Rúnu Hjelm, forkvinnu í Hagafelagnum og Odu Andreassen, sjálvtstøðugt vinnurekandi innan ferðavinnu í Breddanum-

Jarðir, Óðalsfelagið og Bóndafelagið vildu ikki vera við í sendingini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096