Rákið er at hava útbúgvingar kring landið

14.01.2020 - 14:36
InnlendisPolitikkur
Rákið er at hava útbúgvingar kring landið
Nú verður kannað, um heilsuútbúgvingin kann umskipast til lærlingaútbúgving við løn

Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu, mælir til, at møguleikar skulu eisini verða at útbúgva seg til heilsuhjálpara og -røktara í miðstaðarøkinum, tí tørvurin er so stórur.

Bergun Kass sigur, at staðsetingin av Heilsuskúlanum í Suðuroynni, er orsøkin til, at so fá í miðstaðarøkinum nema sær hesa útbúgvingar.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at nú verður kannað, um tað ber til at eggja fólki til at fara undir útbúgvingina, um løn verður goldin í lærutíðini í staðin fyri studningur.

Hann vísir á, at heldur enn at miðsavna útbúgvingar, er rákið at leggja tær út um landið.

Jenis av Rana var gestur hjá Sigrún H. Brend í útvarpsstovuni.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482