Hon kunnar hann og sigur hinum frá

15.01.2020 - 12:46
Lívsstílur
Hon kunnar hann og sigur hinum frá
Tað kann vera trupult at vita, hvørji sagnorð, sum líkjast í merking, taka hvønnfall ella hvørjumfall

Tá tað kemur til føllini, er tað serliga orð, sum líkjast í merking, ið kunnu ørkymla.

Tí summi taka hvønnfall og summi hvørjumfall,

Og tá tað kemur til orð, sum hava okkurt at gera við at siga frá onkrum, taka tey flestu hvørjumfall, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Dømi:

  • Hann greiðir teimum frá, hvat hendi.
  • Hon sigur vinkonuni eitt loyndarmál.
  • Omma fortelur børnunum søgu.
  • Hann kunnger teimum nýggjastu tíðindini.
  • Tey boða hinum frá.
  • Onkur teskar henni í oyrað.

Men summi slík orð taka hvønnfall:

  • Vit kunna fólk um, hvussu tað verður gjørt.
  • Hann kunnaði seg um málið.
  • Hon upplýsir tey um teirra rættindi.

Her eru summi farin at siga og skriva hvørjumfall: at kunna fólkum, at upplýsa teimum.

Tað er skeivt; her skal vera hvønnfall.

 

 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482