Ósemjan um skiftistíðina køvdi samráðingarnar

04.02.2020 - 17:40
Innlendis›Politikkur
Ósemjan um skiftistíðina køvdi samráðingarnar
Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, og Karsten Hansen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, hittast í studio, 20 ár eftir, at Føroyar skuldu loysa
Karsten Hansen og Anfinn Kallsberg - fíggjarmálaráðharri og løgmaður í fullveldissamgonguni

Fyri 20 árum síðani var politiska ætlanin hjá samgonguni millum Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkin, at Føroyar skuldu loysa.

Vit skuldu loysast politiskt og búskaparliga frá Danmark og fara í eitt samstarv í staðin. Eitt samstarv, har bæði londini vórðu sjálvstøðug og líka.

Tað gekk sum kunnugt ikki og samráðingarnar, sum vóru millum Danmark og Føroyar, endaðu úrslitaleysar. Síðan tá hava fjølmiðlar í fleiri førum biðið um innlit í fundarfrágreiðingarnar, sum vóru millum londini.

Tað hevur ikki eydnast, tí samráðingarnar vórðu ikki fevndar av almennum innliti, tá tær ongantíð vórðu formelt hildnar uppat. Also Føroyar vórðu ikki lidnar at loysa og tí var málið ikki niðurlagt.

Tað var støðan - til nú. Eftir fyrispurning frá Beintu Løwe, tingkvinnu, valdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at almannakunngera fundarfrágreiðingar. Tær eru fýra í tali. Allir fýra fundirnir vórðu hildnir í 2000.

Sum sagt, so kom loysingin ikki. Stígur kom í samráðingarnar beinavegin og tað gjørdist greitt, at danir vildu ikki lata Føroyar fara uttan víðari - serliga var tað búskaparliga skiftistíðin, sum skilti partarnar.

Luttakarar: Karsten Hansen og Anfinn Kallsberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025