Tekur átaluna til eftirtektar

11.02.2020 - 16:40
InnlendisSamfelag
Tekur átaluna til eftirtektar
Klaksvíkar kommunu røkti ikki sínar skyldur, tá kommunan ikki at svaraði klagum frá borgarum og felagnum Heimafriði um larm og gang
Jógvan Skorheim er borgarstjóri í Klaksvík

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Klaksvíkar kommunu eina átalu, tí kommunan ønti ikki felagnum Heimafriði aftur, tá tey sendu klagu ella bóðu um fund.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at hann tekur átaluna til eftirtektar.

Umboðsmaðurin sigur eisini í niðurstøðuni, at Klaksvíkar kommuna slapp sær undan ábyrgd í 2006, tá byggiloyvi varð givið í Ánunum, har nógvur gangur hevur verið seinastu árini. 

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781