Bernie Sanders fremstur eftir New Hampshire

12.02.2020 - 18:30
Innlendis
Bernie Sanders fremstur eftir New Hampshire
Senatorurin í Vermont hevur fingið vind í seglini, meðan Joe Biden hevur fingið eina vánaliga byrjan uppá demokratisku upstillingarvalini

Bernie Sanders gjørdist sigursharrin á undanvalinum hjá Demokratiska flokkinum í New Hampshire, lítla statinum í landnyrðingspartinum av USA, týsdagin.

78 ára gamli senatorurin í Vermont fekk 26 prosent av atkvøðunum, meðan Pete Buttigieg fekk 24,4 prosent.

Eins og í Iowa var stóri taparin fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, sum gjørdist nummar fimm við góðum átta prosentum. 

Eftir úrslitini í Iowa og New Hampshire verður Bernie Sanders nú av mongum mettur at verða favorittur at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. 

Komandi undanvalini í Nevada og South Carolina fara at avgera, um royndin hjá Joe Biden at gerast demokratiskt forsetavalevni framvegis er lív laga, sigur Regin Winther Poulsen, sum lesur politiskan journalistikk á Columbia University í New York

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037