Alment innlit í almenn partafeløg

13.02.2020 - 18:22
Innlendis
Alment innlit í almenn partafeløg
Skulu borgarar og miðlar kunna fáa innlit í almenn partafeløg. Tað heldur Tjóðveldi, sum hevur lagt fram uppskot til samtyktar
Atlantic Airways er eitt av almennu partafeløgunum í Føroyum

Tjóðveldi vil, at almenn partafeløg, so sum Atlantic Airways, Føroya Tele og Posta verða fevnd av lógini um alment innlit.

Lógin um alment innlit er galdandi fyri alt virksemið hjá almennu fyrisitingini, men almennu partafeløgini eru ikki roknað at hoyra til almennu fyrisitingina.

'Tað er umráðandi, at borgarin hevur møguleika at hava eftirlit við, hvussu almennur skattapeningur og almenn partafeløg verða umsitin, og tí eiga øll almenn partafeløg at verða fevnd av lógini um alment innlit,' stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Men spyrt tú almennu partafeløgini, er lítil og eingin undirtøka fyri at víðka um upplýsingarskylduna.

Beinta Løwe Jacobsen, uppskotsstillari úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsøkn og Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum kjakast um evnið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985