Brek á fipurkaðali - fleiri tænastur skerdar

29.02.2020 - 17:33
Innlendis›Tøkni
Brek á fipurkaðali - fleiri tænastur skerdar
Sambandið millum Streymoynna og Eysturoynna verður umlagt, men kaðalin verður ikki umvældur fyrr enn veðrið batnar
Páll H. Vesturbú er stjóri í Neti

Brek er á fipurkaðalinum millum Hvítanes og Raktanga, og tí eru fleiri fjarskiftistænastur skerdar í løtuni.

Arbeitt verður við at umleggja sambandið millum Streymoynna og Eysturoynna fyribils, men fipurkaðalin, sum er farin, verður ikki umvældur, fyrr enn tað viðrar, sigur Páll Vesturbú, stjóri í Neti.

FM-sendarin hjá Kringvarpinum í Vestmanna er eisini í ólagi, men fólk frá Neti fara at umvæla hann so skjótt, tað viðrar.

Møguleikar eru eisini á hoyra útvarpið á internetinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334