Borgarstjórin vil hava frágreiðing frá landsstýrismanninum

Borgarstjórin vil hava frágreiðing frá landsstýrismanninum
Heðin Mortensen vil ikki hava sitandi á sær, at tað eru persónlig sambond, sum avgera, hvør fær uppgávur í Tórshavnar kommunu
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.02.2024 - 13:22

- Hetta eru sera álvarsligar skuldsetingar og beinleiðis insinuering um, at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum roknar við at fáa eina frágreiðing frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni.

Frihedsbrevet. fo skrivar, at Tórshavnar kommuna hevur givið byggifyritøkuni Articon fleiri uppgávur fyri samanlagt 385 milliónir, uttan at uppgávurnar eru bodnar út. 

- Tað kann tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum avgera, hvør fær hvørjar uppgávur, og tí sigur landsstýrismaðurin, at hann ætlar at taka málið um alment útboð upp politiskt, skrivar Frihedsbrevet.

Hesar ákærur vil borgarstjórin í Tórshavnar kommunu ikki hava sitandi á sær.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Insinuering

- Hetta eru sera álvarsligar skuldsetingar, ið verða bygdar á eitt úttalilsi frá landsstýrismanninum í lógarmálum. Hetta er ein beinleiðis insinuering um, at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur, skrivar Heðin Mortensen á heimasíðuni hjá kommununi.

Borgarstjórin sigur seg ikki vita, hvat ið landsstýrismaðurin sipar til, og hann væntar tí, at landsstýrismaðurin alment kemur við eini frágreiðing, hvat tað er, ið hann sipar til við hesum álvarsligu skuldsetingunum.

Ein umbering hevði eisini verið upp á pláss, skrivar Heðin Mortensen.

Við Frihedsbrevet segði Bjarni Kárason Petersen, at hann arbeiðir við at endurskoða Kommunala eftirlitið, sum hann heldur vera ov veikt, og tí má styrkjast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744