- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjak um Bústaðir og bústaðarpolitikk
Umstrídda frágreiðingin um bústaðarpolitisk átøk, sum varð handað landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum fríggjadagin - spælir bóltin yvir aftur til politisku skipanina.
Sambært frágreiðingini eru nógvir grundleggjandi bústaðarpolitiskir spurningar, har tað mangla semjur tvørturum samgongur og andstøður.
-Tað manglar sostatt ein yvirskipað politisk støðutakan á økinum, verður sagt í frágreiðingini.
Sambært frágreiðingini er tørvur á at at fáa yvirskipaða politiska greiðu á spurningum sum til dømis
-hvønn leiklut skal tað almenna gjøgnum Bústaðir hava?
-hvønn leiklut skal tað privata hava?
-hvussu stórt skal tað almenna bústaðarfelagið vera?
-hvør skal kommunali leikluturin vera?
Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, kjakast um Bústaðir & bústaðarpolitikk.
Tak niður
Sí eisini