Lesandi í barnsburðarfarloyvi fáa 2.000 kr. minni

11.03.2020 - 10:48
Innlendis›Samfelag
Lesandi í barnsburðarfarloyvi fáa 2.000 kr. minni
Landsstýrið skjýtur upp, at kvinnur, sum fáa forsorgarhjálp, og lesandi skulu javnsetast

Lesandi, sum fara í barnsburðarfarloyvi undir lesnaði, skulu fáa umleið 2.000 krónur minni um mánaðin, enn tey fáa í dag.

Í uppskotinum um almannatrygd og tænastur verður upplýst, at lesandi í barnsburðarfarloyvi í dag fáa umleið 2.000 krónur meira útgoldið eftir skatt, samanborið við kvinnur, sum fáa forsorgarhjálp í barnsburði.

Tá kvinnur fáa forsorgarhjálp undir barnsburðarfarloyvi, verða aðrar inntøkur mótroknaðar.

Men av tí at lestrarstuðilin er skattafríur, fær at tann lesandi størri útgjald undir barnsburðarfarloyvi.

Hesir bólkar skulu javnsetast, sambært uppskotinum til lóg um almannatrygd og tænastur.

Meginfelag føroyskra studenta finst hvassliga at ætlaðu broytingini.

Sissal Hofgaard Hestoy er forkvinna í MFS.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026