- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin setir seg í samband við ferðafólk
13.03.2020 - 10:34
Innlendis›Heilsa
Landslæknin setir seg í samband við ferðafólk
Nøkur av ferðafólkunum, sum vóru í sama flogfari sum smittaði persónurin, skulu í sóttarhald
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Í gjárkvøldið varð ein tilburður aftrat av COVID-19 staðfestur í Føroyum. Talan var um eitt ferðafólk, sum kom við seinasta flogfari í Vágar mánakvøldið 9. mars.
Í hesi løtu sita fólk hjá landslæknanum og ringja til ferðafólk, sum vóru við hesum flogfari hjá Atlantic Airways úr Kastrup til Føroya.
Nøkur teirra skulu í sóttarhald, nú staðfest er, at eitt av ferðafólkum hevur COVID-19.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at embætið setur seg í samband við ferðafólkini.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV