- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu venda sær til kommunulækna
13.03.2020 - 14:37
Innlendis›Heilsa
Skulu venda sær til kommunulækna
Stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur eini boð, nú COVID-19 smittan er staðfest í Klaksvík
Fólk, sum kenna seg sjúk, halda seg vera, ella hava verið í smittuvanda, skulu ikki venda sær til Klaksvíkar sjúkrahús, men heldur ringja til sín kommunulækna.
Tað minnir Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, á, nú tað er greitt, at ein kvinna, sum hevur fingið staðfest COVID-19 smittuna, er námsfrøðingur í Mylnuhúsinum í Klaksvík.
Kvinnan, sum fekk staðfest smittuna í gjárkvøldið, var til arbeiðis á dagstovninum týsdagin, og tí hevur Klaksvíkar kommuna nú sent øll starvsfólkini og børnini á dagstovninum til hús við áheitan um at halda seg heima.
Eisini foreldrini eru biðin um at fara í sjálvboðið sóttarhald.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV