Donsku mørkini steingja

bannari
14.03.2020 - 10:20
Útheimurin
Donsku mørkini steingja
Nú steingja donsku landamørkini fyribils í sambandi við coronasmittuna
Donsku landamørkini eru nú stongd

Tað var í gjárkvøldið, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri boðaði frá, at donsku mørkini verða stongd.

Danskir ríkisborgarar sleppa tó inn í landið, men øll óneyðug ferðing verður steðgað, segði forsætisráðharrin millum annað.

Føroyingar mugu koma heim

Um somu tíð mælti Føroya løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, til at koma til Føroya so skjótt sum til ber.

Atlantsflog avmarkar sína flúgving millum Føroyar og Danmark og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og Paris.

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya skulu venda sær beinleiðis til Atlantic Airways, og tað kann eisini vera hent at venda sær til sítt tryggingarfelag, sigur uttanríkismálaráðið.

Ert tú uttan fyri Danmark, eigur tú fyrst og fremst at seta teg í samband við tað flogfelag ella skrivstovu, sum tú hevur brúkt.

Tú kanst tú lesa meira á ummr.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666