Latið vera við at brúka Ibuprofen

bannari
18.03.2020 - 14:12
Innlendis
Latið vera við at brúka Ibuprofen
Um fólk hava sjúkueyðkenni, er betri at brúka til dømis Panodil ella Pinex til at niðurseta fepurin enn Ibuprofen, sigur Landsapotekarin

Tá fólk hava fepur, er vanligt at brúka pínulinnandi heilivág til at fáa fepurin niður.

Um fólk vilja brúka slíkan heilivág fyri Covid-19, mæla heilsufakligu myndugleikarnir til at brúka parasetamol. Tað kann vera Panodil ella Pinex.

Myndugleikarnir ráða frá at brúka Ibuprofen, tí hesin heillivágur ávirkar immunverjuna.

- Tá kunnu sjúkueyðkennini versna, sigur Hjalti Gunnarstein, Landsapotekari.

Meiri kunning fæst á heimasíðuni apotek.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234