Læknar skulu ikki í sóttarhald

bannari
05.04.2020 - 18:39
InnlendisSamfelag
Læknar skulu ikki í sóttarhald
Tað kann vera ein trupulleiki at tey skulu í sóttarhald tá tey skulu heim aftur, sigur landsstýrismaðurin, sum vil hava danir at broyta mannagongdir

Tað koma javnan heilsustarvsfólk til landið, sum fara beint inn á sjúkrahúsini at arbeiða - tað kann eitt nú vera ein narkosulækni ella annað slag av serlæknafrøði.
Tað er neyðugt, skulu vit halda heilsuverkinum gangandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Trupulleikin er tó, at tá læknarnir skulu aftur til Danmarkar skulu tey í sóttarhald. Tað kann hava við sær, at tey ikki vilja koma til Føroya, sigur landsstýrismaðurin.
Tí verður hetta broytt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur tosað við danskar myndugleikar um at broyta mannagongdir.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628