Einki kravt sóttarhald, men meira verður latið upp

bannari
30.04.2020 - 10:35
InnlendisHeilsa
Einki kravt sóttarhald, men meira verður latið upp
Frisørar og tannlæknar kunnu aftur taka ímóti kundum, og fleiri fólk kunnu savnast
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi á tíðindafundinum, at nú letur samfelagið meira upp
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nú letur samfelagið meira upp.

Tað kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Løgmaður segði, at eingi útlendsk ferðafólk sleppa til Føroya fyribils til 30. juni, men tey, sum koma til landið, verða ikki koyrd í kravt sóttarhald. Hinvegin skulu ferafólkini skriva undir eitt sóttarhaldsskjal.

50 fólk kunnu savnast, tó við frástøðu, og í kirkjum og samkomum kunnu 100 fólk savnast.

Og eitt nú kunnu frisørar og tannlæknar aftur taka ímóti kundum.

Hoyr, hvat løgmaður segði á tíðindafundinum, nú samfelagið verður latið meira upp.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947