Leiðslurnar skulu fáa frið at arbeiða

25.05.2020 - 13:31
InnlendisPolitikkur
Leiðslurnar skulu fáa frið at arbeiða
Landsstýrismaðurin í heilsumálum verjir borg um ætlanina at geva sjúkrahúsunum nýggj nøvn
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum

Politikarar og onnur skulu geva sjúkrahúsleiðslunum frið at arbeiða við ætlaðu navnabroytingini.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannsen, landsstýrismaður í heilsumálum, í sambandi við, at nógv kjak spurdist burtur úr ætlanini hjá Heilsumálaráðnum at geva sjúkrahúsunum nýggj nøvn.

Landsstýrismaðurin hevur ilt við at skilja øsingina, sum hevur tikið seg upp um hetta málið.

Sambært landsstýrismanninum eru 500.000 krónur settar av á fíggjarlógini til ætlaðu navnabroytingina á sjúkrahúsunum. 

Uppskot til nýggj nøvn til sjúkrahúsini skulu vera inni 12. juni. 

Virðislønin fyri bestu nøvnini er 10.000 krónur. 

Í treytunum stendur, at tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini Klaksvík, Tórshavn og Tvøroyri, ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815