Forsetin verður helst afturvaldur

27.05.2020 - 13:47
Útheimurin
Forsetin verður helst afturvaldur
Kanningar vísa, at 80 prosent av teimum spurdu taka undir við sitandi forseta í Íslandi
Guðni Th. Jóhannesson verður helst afturvaldur á forsetavalinum 27. juni

Lítil ivi tykist vera um, at Guðni Th. Jóhannesson verður afturvaldur á forsetavalinum í Íslandi, sum verður um ein mánað.

Orsøkin er helst, at hann er so væl umtóktur sum forseti í landinum, sigur Petur Petersen, føroyski sendimaðurin í Reykjavík.

Á forsetavalinum í 2016 vóru níggju uppstillað.Guðni Th. Jó­hann­es­son vann. Hann fekk 39,1 prosent av atkvøðunum.

Hesaferð eru bara tvey valevni. Hitt er Guðmund­ur Frank­lín Jóns­son, búskaparfrøðingur.

Hoyr Petur Petersen, sendimann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558