Liðug at kanna mál um kynsligt brotsverk á Polar Nanoq

Liðug at kanna mál um kynsligt brotsverk á Polar Nanoq
Málið er nú latið ákæruvaldinum
Tríggir av manningini á Polar Nanoq vóru tiknir í Íslandi og skuldsettir fyri kynsligt brotsverk. Nú er málið latið ákæruvaldinum. (Savnsmyn)
 
04.07.2024 - 09:30

Íslendska politiið er liðugt at kanna málið um kynsliga brotsverkið umborð á grønlendska trolaranum Polar Nanoq.

Málið er nú latið ákæruvaldinum, skrivar íslendski miðilin Vísir.

8. juni vóru tríggir av manningini tiknir, men teir vóru ikki varðhaldsfongslaðir.

Teir eru skuldsettir fyri kynsligt brotsverk. Men um teir eisini verða ákærdir, er ikki greitt enn.

 

Fóru við skipinum dagin eftir hendingina

Menninir fóru við Polar Nanoq, sum fór úr Íslandi dagin eftir hendingina.

Reiðaríið hjá Polar Nanoq sigur, at politiið var umborð í sambandi við eitt innbrot umborð og ikki í sambandi við kynsligt brotsverk.

Tað avsannar politiið.

Politiið vil ikki siga, hvør niðurstøðan er í kanningunum, sum nú eru latnar ákæruvaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595