Frá verjuleikara til listamann

29.05.2020 - 20:57
Lívsstílur
Frá verjuleikara til listamann
Í kærkomnum skáa frá fótbóltinum hevur Jóannes Jakobsen funnið pensilin fram
Jóannes Jakobsen við ein av sínum málningum
Mynd: Leivur Thomsen  

Jóannes Jakobsen hevur tey seinastu átta árini verið hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum. Nú, sáttmálin er gingin út, hevur hann góða tíð til at gera ymiskt annað, honum liggur á hjarta. Umframt at spæla tónleik málar Jóannes málningar, og tað kann hann fáa rúma tíð at ganga við. Uppi undir vaðingini heima hjá honum í Hoyvík hevur hann hópin av myndum standandi. At mála hevur ikki verið við sølu fyri eygað, sigur Jóannes, tað hevur heldur verið eitt slag av sjálvterapi. Men nú, málingarnir eru farnir at hópa seg upp, sigur Jóannes seg, við einum skálkabrosi, vera noyddan til at selja burturav. Hvat hann skal taka fyri, veit hann ikki. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Jóannes Jakobsen. Niðanfyri síggjast nakrir av málningunum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563