Annika í rættin við Jørgeni

19.06.2020 - 15:28
InnlendisPengar
Annika í rættin við Jørgeni
Kommunala arbeiðsgevarafelagið vil ikki bíða longur eftir, at Jørgen Niclasen skal góðkenna sáttmálan við Starvsmannafelagið
Annika Olsen, forkvinna í KAF, hevur mist tolið við Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, í málinum um lønarsáttmálan við Starvsmannafelagið

Nú er greitt, at kommunurnar fara í rættin við Fíggjarmálaráðnum í trætuni lønarsáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skrivaðu undir herfyri.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fekk freist til í dag at koma við einum svari, men landsstýrismaðurin jhevur biðið kommunurnar um fund í næstu viku í staðin.

Nú er tolið upp, sigur Annika Olsen, forkvinna í KAF, sum fyrireikar seg at senda rættinum málið.

Hoyr samrøðu við Anniku Olsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360