Bjóða tunlar út í juli

23.06.2020 - 13:08
InnlendisPolitikkur
Bjóða tunlar út í juli
Samgongan er samd um at bjóða bæði Fámjinstunnilin og tunlarnar norður um Fjall út í senn, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður
Seinasta skotið í Hvalbiartunlinum verður latið 6. ella 7. juli

Tunlarnir norður um Fjall hava staðið næstir í røðini, tá ið liðugt er at bora Hvalbiartunnilin.

Men nú er samgongan samd um at bjóða tunlarnar norður um Fjall og Fámjinstunnilin út í senn, og tað verður i næsta mánaði, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Seinasta skotið í Hvalbiartunlinum verður latið av 6. ella 7. juli, og boríútgerðin fer av landinum um einar tríggjar vikur, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum ger Hvalbiartunnilin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659