Rætt at bora úr Ánunum

24.06.2020 - 18:05
InnlendisPolitikkur
Rætt at bora úr Ánunum
Tað ber ikki til at bíða í fleiri ár eftur tunlunum, sigur Jákup Mikkelsen, løgtngsmaður
Jákup Mikkelsen tekur nú undir við at byrja tunnilsarbeiðið í Ánunum, tí tað ber ikki til at bíða fleiri ár aftrat, sigur hann

Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum hevur leingi talað fyri, at arbeiðið at gera tunlarnar norður um Fjall skal byrja á Gerðabøi í Klaksvík, tí hann heldur, at tað er ein betri loysn.

Nú sigur hann, at tað er rætt at fara undir at bora úr Ánunum, sum Landsverk mælir til.

Tjóðsavnið hevur kannað Gerðabø, sum vísir, at tað fer at taka 3-5 ár at gera ein fornfrøðiligan útgrevstur har.

- Tað ber ikki til at bíða í fleiri ár, til greiði fæst á, um tunlarnir norður um Fjall kunnu gerast úr Gerðabøi, sigur Jákup Mikkelsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482