Borgarstjórin í Klaksvík: Fólk fara at flyta norður um

Borgarstjórin í Klaksvík: Fólk fara at flyta norður um
Nýggju tunlarnir norður um Fjall gera, at Árnafjørður veruliga verður knýttur upp í Klaksvíkar kommunu, sigur Karl Johansen, borgarstjórin
Nýggi og gamli tunnilsmunnin í Ánunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2024 - 12:51

Í morgin, hósdagin 19. desember, verður stórt hátíðarhald í sambandi við, at nýggju tunlarnir norður um Fjall lat upp fyri almennari ferðslu. 

 

VIDEO: Kom við ein biltúr gjøgnum nýggju tunlarnar norður um Fjall

 

Talan verður um eitt risastórt samferðsluframstig fyri fólk norðanfyri, ið hava liva í einum samferðslulumma, ið er næsta 60 ára gamal. Gomlu tunlarnir stóðu lidnir í 1965 og 1967. 

 

>>Sí eisini: Eitt 60 ára langt samferðslulop

 

Nýggju tunlarnir norður um Fjall fara at gera, at Árnafjørður veruliga verður knýttur upp í Klaksvíkar kommunu, heldur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík. 

"Tað fer bara at taka fáar minuttir at koyra úr Árnafirði til Klaksvíkar, og stutta farleiðin kann væl hava við sær, at fólk fara at flyta norður um," sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu. 

 

Nordur_um_Fjall_-_Karl_Johansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329