Hækka ikki afturberingarstuðulin fyri skipasmíð

11.07.2020 - 12:12
Innlendis
Hækka ikki afturberingarstuðulin fyri skipasmíð
Helgi Abrahamsen ætlar sær ikki at hækka afturberingarstuðulin fyri skipasmíð úr átta prosentum í 20 prosent, hóast tað er so í restini av Evropa
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

20 prosent í afturberingarstuðli fyri skipasmíð verður eitt ov langt lop frá teimum átta prosentunum, sum eru í dag.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við, at Klaksvíkar Sleipistøð ynskir at sleppa upp í part av endurnýggja heimaflotan.

Men skal Klaksvíkar sleipistøð hava møguleika at kappast um nýbygningar til heimaflotan, so má afturberingarstuðulin fyri skipasmíð hækkast úr átta prosentum upp í 20 prosent, sigur Frimodt Rasmussen, sum umframt at vera stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð, eisini situr á løgtingi fyri Sambandsflokkin.

Orsøkin er, at skipasmiður í Evropa og restini av heiminum fáa sera góðan afturberingarstuðul, og afturberingarstuðulin í Føroyum má vera líka góður, um Klaksvíkar Sleipistøð skal kunna kappast, og tað er hann ikki.

Men tað er ikki sannlíkt, at afturberingarstuðulin til skipasmíð verður hækkaður úr átta prosentum upp í 20 prosent í bræði, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Fríggjadag 11. juli
Morgunlestur fríggjadagur 11.juli 2025
194083
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. juli
Veðrið
194338
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098