Føroyar eru reyðar í Noregi

bannari
12.08.2020 - 15:02
Útheimurin
Føroyar eru reyðar í Noregi
Føroyingar, sum fara til Noregs, skulu í sóttarhald í 10 dagar
Bent Høie er heilsumálaráðharri í Noregi

Frá leygardegnum 15 august verða Føroyar reyðar í Noregi saman við fimm øðrum londum.

Tað ber í sær, at ferðandi, sum koma úr hesum londum til Noregs, skulu í sóttarhald í 10 dagar.

Bent Høie, norski heilsumálaráðharrin, hevði saman við norsku stjórnini, tíðindafund fyrr í dag.

Reyði listin í Noregi er bara galdandi fyri lond í EBS, ES og í Schengen-økinum.

Øll hini londini í Evropa hava nú broytt lit frá grønum til gult. Tað merkir, at Noreg nú mælir øllum frá at fara óneyðugar ferðir uttanlands.

Hoyr ljóðbrotið, har Bent Høie nevnir Føroyar, við at trýsta á pílin undir myndini
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037