Roykur frá handverkarum fekk alarmin í gongd

12.08.2020 - 14:03
Innlendis›Samfelag
Roykur frá handverkarum fekk alarmin í gongd
Stilli var og mjørki í nátt, so alarmurin hjá Glasi hoyrdist víða um
Brandalarmurin á Glasi virkaði, sum hann átti, sigur átaksleiðaran í Tórshavnar sløkkiliði
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað var ikki tekniskt brek í brandalarminum á Glasi, tvørturímóti virkaði hann, sum hann átti at gera, tá hann fór í gongd í nátt.

Roykur frá handverkarum gjørdi, at alarmurin fór í gongd, sigur Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði.

Politiið fekk fyrstu fráboðanina klokkan 14 minuttir yvir eitt í nátt. Nógvar fráboðanir komu.

Stilli var og mjørki í nátt, so alarmurin hjá Glasi hoyrdist víða um. Hann hoyrdist millum annað í Tórfinsgøtu, sigur politiið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037