Koronutilburðir: Føroyar eru á 14. plássi

bannari
13.08.2020 - 15:32
InnlendisHeilsa
Koronutilburðir: Føroyar eru á 14. plássi
Í Føroyum eru 214 smittað fyri hvørji 100.000 fólk
Føroyar eru nummar 14 á listanum við 214 smittaðum fyri hvørji 100.000 fólk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Frá onga smittu at hava havt í drúgva tíð, eru Føroyar nú á 14. plássi á listanum yvir øll heimsins lond, har flest eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk.

Tað vísir ein uppgerð hjá European Centre for Disease Prevention and Control.

Uppgerðin byggir á smittutølini seinastu 14 dagarnar, og hon verður vanliga nýtt til at gera ferðavegleiðingar.

Føroyar eru nummar 14 á listanum við 214 smittaðum fyri hvørji 100.000 fólk. Ovast á listanum er Aruba í Karibia við 563 fólkum. Millum tey londini, ið eru framman fyri okkum, eru Panama, Brasil,

Peru, Kolumbia, USA og Ísrael.

Á listanum hava Svøríki 36 og Danmark 24 smittað fyri hvørji 100.000 fólk

Vit hava spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, so at Føroyar ikki høvdu endað so ovalaga á hesum listanum, serliga tá ið hugsað verður um, at eingin smitta var í landinum í drúgva tíð.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558