- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsinnsavningin er útsett
18.08.2020 - 11:26
Innlendis›Samfelag
Landsinnsavningin er útsett
Støðan við koronu ger, at tað er ikki ráðiligt hjá Reyða Krossi at skipa fyri vanligari landsinnsavning

Í ár eru ikki umstøður at ganga hurð til hurð at savna inn til Reyða Kross
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi í Føroyum er fyribils útsett.
Tað boðar Reyði Krossur frá í dag.
Støðan við koronu ger, at tað er ikki ráðiligt at skipa fyri vanligari innsavning, har gingið verður hurð til hurð.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sigur, at hetta hevur stóra ávirkan á inntøkugrundarlagið hjá felagsskapinum og møguleikan at veita hjálp.
Hoyr meira í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














