Nú er fult á koronudeildini á LS

bannari
18.08.2020 - 18:00
InnlendisHeilsa
Nú er fult á koronudeildini á LS
Verða fleiri løgd inn við koronu, noyðast tey at fara á B7, og tað rakar so aftur aðrar sjúklingar
Verða fleiri løgd inn á Landssjúkrahúsið við koronu, noyðast tey at fara á B7, tí nú er fult á koronudeildini

Fýra fólk liggja nú á koronudeildini á Landsjúkrahúsinum.

Deildin heldur til á A3, og har er nú vorðið so trongt,  at skulu fleiri leggjast inn, mugu tey fara á B7.

Tað hevur aftur við sær, at sjúklingar á B7 mugu flytast á aðrar deildir á Landssjúkrahúsinum, ella á hini bæði sjúkrahúsini í landinum.

Ein lon til koronusjúklingar verður sett upp á økinum við Landssjúkrahúsið, men ivasamt er, um hon verður liðug 1. september sum ætlað.

Hoyr samrøðu við Steinar Eirikstoft, forstjóra í sjúkrahúsverkinum.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337