Politikarar skulu ikki leggja seg út í ósemjuna

18.08.2020 - 13:44
Innlendis›Samfelag
Politikarar skulu ikki leggja seg út í ósemjuna
Útvarpið hevur spurt umboð fyri politisku flokkarnar um sáttmálósemjuna millum Flogskiparafelagið og Atlantsflog
Ósemjan millum Flogskiparafelagið og Atlantsflog er løgd fyri Fasta Gerðarrættin

Meiriluti er ikki í politisku flokkunum fyri, at politiska skipanin skal leggja seg út í, hvussu Atlantsflog setur starvsfólk.

Ósemja er millum Flogskiparafelagið og Atlantsflog um setanina av flogskiparum, og Flogskiparafelagið hevur lagt málið fyri Fasta Gerðarrættin.

Fakfelagsráðið tekur undir við Flogskiparafelagnum og sigur, at Atlantsflog hevur brotið sáttmálan.

Av politikarunum, sum Útvarpið hevur tosað við, hevur Kristin Michelsen í Sjálvstýri greiðastu støðuna: Landið skal ikki leggja seg út í málið, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334