SEV: Kostar 180 mió. kr. at skilja netið frá

11.09.2020 - 14:34
Innlendis›Politikkur
SEV: Kostar 180 mió. kr. at skilja netið frá
SEV umhugsar at seta endurgjaldskrav móti landinum
SEV umhugsar at reisa endurgjaldskrav móti landinum, um netið verður skilt frá framleiðsluni

Tað fer at kosta SEV 180 milliónir krónur, um netið verður skilt frá framleiðsluni hjá SEV, soleiðis sum ætlanirnar hjá samgonguni eru.

Tað sigur nevndarformaðurin í SEV, John Zachariassen.

Og tað kann vera, at SEV fer at seta fram endurgjaldskrav móti landinum fyri at rinda eykakostnaðirnar, sum standast av at sundurskilja framleiðsluna og netið hjá SEV, sigur nevndarformaðurin.

Lán falla til gjaldingar

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, boðar í teldubrævi arbeiðsbólkinum, sum skal orða eitt uppskot um, hvussu netið skal loysast frá framleiðsluni, frá, at SEV seinastu árini hevur tikið lán, har lánstreytirnar millum annað áseta, at verður bygnaðurin í SEV broyttur, so falla lánini til gjaldingar beinanvegin. Hetta eru lán fyri tilsamans 1,5 milliard krónur.

Skipað og upplýst

Stjórin sigur eisini við arbeiðsbólkin, at broytingar í bygnaðinum hjá SEV eiga at verða gjørdar á skipaðan og upplýstan hátt og soleiðis, at støðan hjá lánsveitarunum ikki verður verri enn upprunaliga avtalað.

Ein fyritreyt fyri tí er, sigur Hákun Djurhuus, at lánsveitararnir fáa eina ætlan, sum ítøkiliga lýsir broytingarnar, samstundis sum teir fáa neyðugu tíðina at viðgera ætlanina, áðrenn støða verður tikin til málið.

Eftir ætlan skal arbeiðsbólkurin koma við uppskoti um, hvussu netið og framleiðslan skulu skiljast sundur, í heyst.

Hoyr samrøðu við John Zachariassen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025