Løgmaður: Kommunurnar skulu takast við

21.09.2020 - 15:10
Innlendis›Samfelag
Løgmaður: Kommunurnar skulu takast við
Embætisfólk hjá landsstýrismanninum í vinnumálum fyrireika arbeiðið at liða SEV sundur
Landsstýrið ætlar at skilja netið og framleiðsluna hjá SEV sundur

Tað er ein spurningur um temperament, um landsstýrið hevur bakkað fyri kommununum og Sev, nú arbeitt verður við at taka netið frá Sev.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, um fundin, hann hevði við Kommunufelagið og Sev hósdagin.

Ætlanin var alla tíðina at taka kommunurnar og Sev við í arbeiðið, sum embætisfólk hjá landsstýrismanninum í orkumálum hava fyrireikað, sigur hann.

Embætisfólkini fóru longu í februar undir at fyrireika uppskotið um, hvussu netið og framleiðslan hjá Sev skulu skiljast sundur, men Kommunufelagið sigur, at tað frætti ikki um hetta arbeiðið fyrr enn í juli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334