Nú skulu ferðafólk rinda fyri koronukanning

21.09.2020 - 12:52
InnlendisPolitikkur
Nú skulu ferðafólk rinda fyri koronukanning
Lógin kemur í gildi 1. oktober
Frá 1. oktober skulu ferðafólk, sum koma til landið, sjálvi rinda fyri koronukanningar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Frá 1. oktober skulu ferðafólk sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu, tá ið tey koma til landið.

Hetta verður eisini galdandi fyri tey, sum longu hava goldið ferðaseðil.

Løgmaður leggur nú uppskot fyri tingið, so at neyðug lógarheimild fæst til tað.

Higartil hevur landið goldið fyri koronukanningar. Bárður á Steig Nielsen veit ikki, hvussu nógv tað hevur kostað, men tað er ið hvussu er nakrar milliónir, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815